Rottangatøming

Rottangatøming á Lambareiði, Lamba og Glyvrum

Reinsitænastan hjá IRF byrjar í viku 33  at tøma rottangar á Lambareiði og Lamba. Í viku 34 gongur leiðin til Glyvrar.

Tað er ein ómetaliga stór hjálp hjá starvsfólki okkara, at rottangarnir eru klárir, tá ið vit koma á staðið. Tað sparir bæði borgarum og IRF nógva tíð og nógv stríð.

Tað er sera týdningarmikið, at tit ikki sjálvi loysa lokið á rottanganum, tí tað kann verða vandamikið, um opið er niður í rottangan. Harafturat kunnu skrúvur og annað blíva burtur. Tí skulu okkara rottangamenn loysa lokið á tanganum og festa tað aftur, tá ið arbeiðið er liðugt.

IRF heitir á fólk um at tryggja:

  •  at tangin er lættur at koma til
  •  at tað er grivið væl frá rundan um lokið
  •  at lokið er væl fest, men lætt at loysa
  •  at lokið er trygt og heilt
  •  at lokið er lætt at festa aftur, tá ið arbeiðið er liðugt

Eru omanfyri nevndu viðurskifti ikki í lagi, verður tangin ikki tømdur. Meira kann lesast um hetta á www.irf.fo/rottangatoming/