Umhvørvi

Landsstýriskvinnan í umhvørvismálum á vitjan

Í góðveðrinum í gjár, mikudagin 27. august, var landsstýriskvinnan í umhvørvismálum, Margit Stórá, á vitjan hjá IRF á Hagaleiti. Endamálið við vitjanini, var at kunna seg um virksemið hjá IRF og umrøða aktuell mál.

Byrjað varð við eini framløgu og síðani varð landsstýriskvinnan víst runt á oljureinsiverkinum, serliga vandamiklum burturkasti, skiljihøllini fyri pappír, papp, plast og pant og móttøkuhøllini. Farið varð ikki í ovnhøllina henda dagin, tí ovnurin var sløktur vegna regluligt viðlíkahald.

Sigurd L. Lamhauge, stjóri hjá IRF, greiddi frá virkseminum hjá IRF, lýsti umhvørvisátøk, sum IRF hevur gjørt, og hvørjar ætlanir liggja fyri framman. Tosað varð eisini um, hvussu ein størri partur av burturkastinum kann endurnýtast, um nýggju pantskipanina, sum eftir ætlan kemur at virka fyrst í komandi ári, og eisini varð nomið við nýggju burturkastkunngerðina, sum Landsstýrið arbeiðir við.

Á burturkastøkinum eru nógvar avbjóðingar, men eisini fleiri møguleikar fyri menning. Eitt nú er ein royndarverkætlan í gongd, har ætlanin er at endurvinna glas og keramikk í Føroyum, ístaðin fyri at senda glasið uttanlands til endurvinningar og at tyrva keramikkið í Føroyum.

Sigurd L. Lamhauge, stjóri, fegnast um vitjanina.
– Bæði pantskipanin og nýggja burturkastkunngerðin eru tvey týdningarmikil mál, tá vit skulu gera nakað munagott á burturkastøkinum. IRF ynskir at hava ein aktivan leiklut í arbeiðinum við burðardygd, har vit í størri mun síggja burturkast sum virðismikið tilfeingi, sigur Sigurd L. Lamhauge.