Nýggja panthøllin fingið leiðara

IRF hevur sett Mortan Olsen í starv sum leiðara fyri Panthøllina hjá IRF. Panthøllin er ein týðandi liður í nýggju landsfevndu pantskipanini, sum verður sett í verk fyrra hálvár 2026. Mortan fer at hava ábyrgdina av dagliga rakstrinum, teknisku skipanunum og verður við at menna føroysku pantskipanina. Mortan byrjar í nýggja starvinum 1. januar.

Mortan er 38 ára gamal og búsitandi í Hósvík. Hann er útbúgvin elektrikari og maskinmeistari og hevur drúgvar royndir innan bæði tøkni og leiðslu. Hann hevur m.a. starvast hjá Bakkafrost sum maskinmaður og OT-tøkningur, hjá Landsverk sum økisleiðari og leiðari fyri veghaldið, og kemur nú úr einum starvi sum lærari á el-deildini á Tekniska skúla í Klaksvík.

Arbeiðið við nýggju panthøllini gongur væl. Høllin er innilokað, og í løtuni verða maskinur og annar útbúnaður settur upp í høllini, samstundis sum arbeiðið at gera høllina lidna heldur fram.

Um Panthøllina

Nýggja skipanin hevur við sær, at IRF fer at heinta øll pantíløt frá handlum í Føroyum, og skilja og viðgera tey í høllini í Sandavági. Í byrjanini verður pant á teimum íløtum, sum vit kenna í dag, men við tíðini kemur helst pant á onnur einnýtis- og endurnýtsluíløt úr plasti, glasi og aluminium.

Endamálið við skipanini er at gera tað lættari hjá fólki, at sleppa av við øll pantíløt á sama stað, soleiðis at so nógv íløt sum gjørligt koma inn aftur til endurvinning og endurnýtslu. Talan er um eina nýggja og burðardygga skipan, sum fer at hava stóran samfelagsligan og umhvørvisligan týdning fyri Føroyar.

Tað er Umhvørvismálaráðið, sum hevur heitt á IRF um at umsita pantskipanina og harvið tryggja, at íløt verða savnað inn, flokkað og send víðari til endurvinning og endurnýtslu.