Skiljiskjáttan

Nýggj skiljiskjátta á irf.fo

IRF hevur ment eina nýggja skiljiskjáttu, sum skal gera tað lættari fyri øll at skilja burturkastið rætt. Hetta er nakað, sum bæði borgarar og fyritøkur hava spurt eftir.  

Far til skiljiskjáttuna her.

Við skiljiskjáttuni ber til at velja ávísar burturkastbólkar á forsíðuni, men tað er eisini sera lætt at brúka leitifunkuna og á tann hátt finna útav, hvussu tú burturbeinir júst tað, sum tú ivast í. Til flestu uppsløgini kanst tú trýsta á ein píl og lesa meira um burturkastbólkin, síggja myndir v.m.

Lættari at skilja hjá vinnuni

Skiljiskjáttan kemur at vera eitt sera gott amboð hjá vinnuni. Bæði byggi- og sjóvinnan hava t.d. nógvar serstakar burturkastbólkar, og nú er sera skjótt at fáa eitt yvirlit yvir hesar bólkar, og hvussu teir skulu skiljast. Á forsíðuni á skiljiskjáttuni ber til at velja undirbólkin ‘byggiburturkast” fyri at lesa meira um skiljing av byggitilfari. Niðast á forsíðuni kanst tú t.d. eisini velja frámerkini ‘háorkuburturkast’ ella ‘sjóvinna’ og lesa meira um skiljing av boyum, trolum, línum o.s.fr.  

Snøgt og einfalt snið

Sniðið á skjáttuni er einfalt, og vit hava lagt stóran dent á, at tað skal vera skjótt og lætt at finna tað, sum leitað verður eftir.