Pappírsendurnýtsla á breddan

Í dag verður hetta arkið borið út til øll húskini í limakommununum hjá IRF, og tað svarar til gott 10.000 húski. Henda útbering er ein liður í fleiri átøkum hjá IRF við tí fyri eyga at økja um papp- og pappírsendurnýtsluna í Føroyum.

Føroyingar gerast alsamt meira umhvørvistilvitaðir, og vísa hagtølini hjá IRF ein miðalroknaðan jaligan vøkstur seinastu árini í endurnýtslunøgdunum í Føroyum. Tó verður tað mett, at papp- og pappírsinnsavningin kundi verið tvífaldað.

Við hesum í huga hevur IRF sett fleiri átøk í verk fyri at økja um pappírsinnsavningina. Umframt arkið til øll privatu húsarhaldini, hevur IRF ment eina vinnuvegleiðing til virkir og stovnar um endurnýtslumøguleikar sum heild, og er vegleiðingin fyri stuttum send út við posti til allar vinnukundar felagsins.

Vegleiðingin er tøk á føroyskum og á enskum, og kann takast niður her: https://irf.fo/vegleiding-um-skiljing-av-burturkasti/?menuid=2053.

IRF er eisini stuðul í og partur av dómsnevndini í eini filmskapping, sum Umhvørvisstovan samskipar, um at økja um endurnýtsluna av pappi og pappíri. Lesið meira um átakið her: https://irf.fo/?p=2446&preview=true

Harafturat verður í løtuni arbeitt við kunnandi lýsingum um pappírsendurnýtslu sum heild. IRF ynskir m.a. at varpa ljós á, at innsavningarbilarnir hjá felagnum er tvíbýttir, soleiðis at teir kunnu taka bæði gráar og hvítar posar á sama túri. Tíanverri eru tað fleiri borgarar, ið halda, at hvítu posarnir verða blandaðir saman við teimum gráu, og at tað tískil ikki loysir seg at skilja, men so er ikki. Hvítu posarnir fara í eitt rúm fyri seg í bilunum og so til endurnýtslu.

Á arkinum, sum í dag er borið út til øll húskini í limakommununum hjá IRF, er endurnýtslan av pappi og pappíri skorin út í papp. Eisini verða góð ráð givin til at gera endurnýtsluna so einfalda sum gjørligt fyri borgararnar. Vónandi kann arkið fáa fleiri føroyingar at skilja.

Papp og pappír, sum kann latast til endurnýtslu: 

  • Alt reint papp/pappír
  • Tíðarrit og prentað bløð
  • Lýsingar (tak plastposan av fyrst)
  • Smáeskjur (t.d. frá heilivági, smyrsli)
  • Brævbjálvar (við og uttan rút)
  • Skógvaeskjur, papprullur, bøkur

Papp og pappír, sum IKKI skal latast til endurnýtslu:

  • Skitið pappír/eskjur
  • Pappír við matleivdum á
  • Djús- og mjólkarpakkar
  • Persónlig skriv og myndir
  • Eggjabakkar