Prísbroytingar hjá IRF 1. mai 2024

IRF tillagar fleiri av prísunum fyri burturbeining frá 1. maj 2024 at rokna.

Millum annað kann nevnast at:

    • Smátt burturkast at brenna hækkar við 15 kr. pr. m³. Nýggjur prísur er 245 kr. pr. m³.
    • Stórt burturkast at minka og brenna hækkar við 19 kr. pr. m³. Nýggjur prísur er 315 kr. pr. m³.
    • Málingarestir at brenna hækka við 5 kr. pr. m³. Nýggjur prísur er 10 kr. pr. m³.

    Fleiri aðrar prísbroytingarnar eru, og tær kunnu síggjast her.

    Allir galdandi burturkastprísir hjá IRF síggjast her.