Prísbroytingar hjá IRF pr. 1. juli 2023

IRF tillagar nakrar av prísunum fyri burturbeining frá 1. juli 2023 at rokna.

Broytingarnar eru hesar:

Smátt burturkast at brenna hækkar við 5 kr. pr. m³. Nýggjur prísur er 230 kr. pr. m³.

Stórt burturkast at brenna hækkar við 10 kr. pr. m³. Nýggjur prísur er 296 kr. pr. m³.

Oljudálkað vatn hækkar við 225 kr. pr. m³. Nýggjur prísur er 1.025 kr. pr. m³.

Kostnaður verður lagdur á spillolju og tungoljuevju, sum fara at kosta 225 kr. m³.

Spillolja, tungolja, oljudálkað vatn frá útlendskum skipum hækkar við 225 kr. pr. m³. Nýggjur prísur er 1.025 kr. pr. m³.