Fríggjadagin 14. juni varð reisigildi hildið fyri nýggju móttøkuhøllini á Hagaleiti. Hóast nakað av vindi var hendan dagin, gekk arbeiðið væl, og Merkið flaggaði stutt eftir middagsleitið.
Nýggj móttøkuhøll til burturkast og skiljing
Í løtuni verður nýggj móttøkuhøll bygd afturat Brennistøðini hjá IRF úti á Hagaleiti í Leirvík, og bygningurin verður væntandi klárur at taka í nýtslu í heyst.
Móttøkuhøllin fer at geva vinnuni sera góðar umstøður at skilja burturkastið. Tað verður bæði skjótari og høgligari at sleppa av við og skilja burturkast til endurnýtslu.
Vónin er, at høllin fer at økja um nøgdirnar av vinnuburturkasti til endurnýtslu og harvið minka um nøgdirnar til brenningar og til tyrvingar – umhvørvinum og okkum øllum at frama.
Reisigildi í Leirvík
IRF skipaði fyri reisigildi í Leirvík, har starvsfólk hjá IRF, MT Højgaard og PB-consult vórðu bjóðaði. Poul Andrias Joensen, stjóri í IRF, bjóðaði vælkomin, og síðani helt Gordon Hofgaard, verkfrøðingurin hjá PB-consult eina røðu. Gordon greiddi frá gongdini í byggiverkætlanini, frá bygningurin byrjaði at taka skap á pappírinum í 2016 og til í dag. Hann greiddi m.a. eisini frá, hvussu sterkur bygningurin er, og hvussu nógv tilfar er farið í hann. Inntil víðari eru farin uml. 125 tons av jarni í bygningin, uml. 1920 tons av betongi til veggir/gólv og 352 tons av betongi til takið.
Tað er eingin ivi um, at IRF fær ein sterkan og góðan bygning, ið fer at tæna felagnum í nógv ár, og sum vónandi fer at økja um nøgdirnar av burturkasti til endurnýtslu.