Vit mugu gerast betri til at skilja burturkast. Bæði fyri umhvørvið og fyri okkara egnu trygd. Tað er sera týdningarmikið, at eldfimt burturkast ikki verður blandað saman við annað burturkast.
Seinasta árið er tað hent hjá IRF, at eldur er kyknaður bæði í innsavningarbili og í bingjum.
Tað snýr seg um umhvørvið og um trygdina
Umhvørvisliga sæð skulu vit gerast betri til at skilja burturkastið í Føroyum. Landspolitiskt verður eisini arbeitt við nýggjari kunngerð, ið skal leggja lunnar undir, at so nógv burturkast sum gjørligt verður endurnýtt og endurvunnið heldur enn brent ella tyrvt.
Røtt skiljing snýr seg tó í stóran mun eisini um trygd. Um trygdina heima við hús, um trygdina hjá starvsfólkunum, sum handfara og flyta burturkast, og um trygdina á støðunum hjá IRF.
Eldfimt burturkast skal skiljast fyri seg
Eldfimt burturkast er m.a. øll sløg av battaríum (t.d. smábattarí, lithiumbattarí, amboðsbattarí, akkumulatorar), øll sløg av gassfløskum og øll sløg av krúti og fýrverki.
Tá ið eldfimt burturkast verður blandað við annað burturkast, kunnu avleiðingarnar gerast sera álvarsamar. Heima við hús kann eldur kykna í t.d. køkinum, bilhúsinum ella í ruskstativinum.
Nakrar hendingar av hesum slagi tóku seg upp í fjør hjá IRF. Millum annað kom eldur í burturkastið í lastini á einum innsavningarbili hjá IRF, og eisini kyknaði eldur í tveimum førum í bingjum, sum stóðu ávikavist á Hagaleiti og í Trøllavík. Í øllum trimum førunum var talan um hendingar, sum kundu verið fyribyrgdar, um burturkastið hevði verið rætt skilt.