IRF hevur havt aðalfund í dag, og har varð avgjørt at gera íløgur fyri áleið 25 mió. kr. í 2017, harav størsta íløgan er í Brennistøðina.
Á Brennistøðini er verandi heittvatnsketil útslitin og má skiftast skjótast til ber. Hann varð sagdur at hava eina livitíð á 15 ár, men gongur nú á 26. ári.
Eisini mugu umstøðurnar til móttøku av burturkasti til Brennistøðina betrast.
Samlaða íløgan í Brennistøðina er mett at kosta einar 70 til 80 mió. kr. og verður eftir ætlan framd í 2017 og 2018.
Umframt hesar íløgurnar verður neyðugt at gera íløgur í eina nýggja rottangamóttøku.
Kemur gongd á at byggja nýggju rottangaskipanina í ár, skal hon eisini fíggjast við lántøku. Mett verður, at hendan íløgan fer at kosta umleið 25 mió. kr.
Við at byggja nýggja móttøkuhøll afturat Brennistøðini, missir IRF fleiri skrivstovur til umsitingina. IRF hevur tí gjørt avtalu við Grunnin fyri Mentanarhús í Klaksvík, um at leiga ein part av posthúsinum í Klaksvík til leiðslu og umsiting. Avtalan er fyribils galdandi í tvey ár.
Neyðugt verður tí at taka støðu til, um nýggjur umsitingarbygningur skal byggjast og hvar, ella vit skulu halda áfram at leiga.
Sí meir í ársfrásøgnini hjá IRF her.