IRF hevur fyribils fingið loyst trupulleikan við tí nógva ruskinum, ið hevði hópað seg upp herfyri. Tað er nú koyrt í ballir og verður goymt at brenna til várs, tá ið nýggi ketilin á Brennistøðini verður tikin í nýtslu.
Nøgdirnar av ruski eru vaksnar sera nógv í ár, og samstundis hava fleiri trupulleikar verið við gamla ketlinum á Brennistøðini, og tí hava fleiri steðgir verið í brenningini.
IRF fekk sær tí eina stóra rusk-ballimaskinu úr Danmark at loysa trupulleikan. Hon hevur nú ballað í tríggjar vikur, og ballað verður í nakrar dagar afturat fyri at koma heilt niður á botn í ruskdunganum, men so verður eftir ætlan steðgað at balla.
Ballimaskinan verður tó standandi, tí tá ið ketilin skal skiftast hálvan februar komandi ár, verður ikki brent í einar tveir mánaðir. Ta fyrstu tíðina, tá ið nýggi ketilin verður royndarkoyrdur og ymiskar tillagingar skulu gerast, verður heldur ikki brent í fullari styrki. Tí er aftur neyðugt at fara at balla ruskið komandi ár.