Bokashi framløgur fyri borgarum

Í sambandi við Bokashi verkætlanina, sum IRF, saman við limakommunum, er farið undir at bjóða borgarum, hava framløgur verið hildnar úti hjá fleiri kommunum.

Súsanna Berg, umhvørvisleiðari hjá IRF, hevur havt framløgu um, hvussu húsarhald kunnu endurvinna matleivdir við Bokashi og høvi hevur verið at sett spurningar. Higartil hava í alt 700 húski í 12 kommunum meldað til Bokashi verkætlanina, og fleiri hava ætlanir um at koma við.

Les meira um Bokashi her: https://irf.fo/bokashi/

Ein áhugaverdur bólkur er á Facebook, sum kallast Bokashi sankutøð í Føroyum, har borgarar deila sína vitan og royndir við Bokashi, sí her: https://www.facebook.com/groups/2080425245568903