• Húsarhaldsburturkast, so sum matleivdir, skitið papp, krukkur.
• Annað burturkast, so sum timbur, flamingo, teppir, møblar, dálkað plast, plattar.
Burturkast at brenna verður skilt í tveir bólkar:
- Stórt burturkast at brenna = størri enn 1,2 m.
- Lítið burturkast at brenna = minni enn 1,2 m.
At tað kostar meira at lata stórt burturkast kemst av, at starvsfólkið hjá IRF eftirfylgjandi má klippa burturkastið sundur. Sí prísyvirlitið her.
Orsøkin til, at burturkastið ikki má vera longri enn 1,2 metur, er ovnurin á Brennistøðini. Um burturkastið er longri enn 1,2 m, gongur tað ikki gjøgnum skaktina inn í ovnin.
Burturkast at brenna skal vera væl skilt, so at einki av hesum fer í:
• Burturkast at endurnýta
• Burturkast at tyrva
• Serliga dálkandi burturkast
• Lutir og evni sum skaða ovnin hjá IRF, t.d. jarn, trýstfløskur, neyðbluss, fýrverk, patrónir (krút, kúlur o.t.), kemiskur lútur v.m.
Hvar kann tað latast inn?
Privat: Í gráa IRF posan, sum hvørja viku verður heintaður av IRF. Tá ið tú ruddar út, ella hevur størri nøgdir, skulu hesar á kommunalu endurnýtsluplássini.
Vinna og kommunur: Eftir avtalu við IRF