Eysturkommuna hevur spart væl av peningi við at skipa teirra endurnýtslu

Í oktober 2015 læt Endurnýtslan hjá Eysturkommunu upp. Í mun til áðrenn broytingina eru møguleikarnir nú gjørdir munandi betri at skilja ruskið, og harafturat hevur kommunan spart 272.000 krónur í rakstrarútreiðslum.

Í dag hevur Eysturkommuna eina snøgga og ruddiliga endurnýtslu í grótbrotinum í Norðragøtu.
Fleiri bilar kunnu koma samstundis við burturkasti, og tað eru nógvar ymiskar bingjur at lata í, so einfalt er at skilja ruskið. Møguleiki er at skilja í brenniburturkast, papp, jarn, timbur, køliútbúnað, vandamikið burturkast, tyrviburturkast, el-lutir, olju, greinar og annað.

Valdu felags og størri
Men soleiðis hevur tað ikki altíð verið. Eins og í nógvum øðrum miðalstórum bygdum, hava bæði Leirvík og Gøta havt hvør sítt lítla og heldur óskipað ruskpláss, har umstøður ikki hava verið nøktandi at skilja ruskið.
– Vit høvdu tvey ruskpáss, ið vóru rættiliga óskipað, har óviðkomandi kundu koma inn, og har ikki vóru góðir møguleikar at skilja. Vit valdu tí at niðurleggja tey gomlu ruskplássini, og at gera eitt felags og størri pláss, har eisini ber til at skilja ruskið, sigur Árni Jacobsen, fyrrverandi formaður í IRF og ein av politikarunum í Eysturkommunu, ið hevur arbeitt nógv fyri at fáa eina endurnýtslu.

Góðar umstøður
Nýggja Endurnýtslan varð gjørd í grótbrotinum í Norðragøtu. Hon er rúmlig, tað er einfalt at sleppa av við burturkastið, gólvið er betong, og til ber at spula og halda alt reint. Tað er hegn rundanum, gott ljós og góðar umstøður til ábyrgdarpersónin.
– Í fyrstuni merktu vit eitt sindur av ónøgd millum borgararnar í Leirvík, at teir skuldu koyra eitt lítið sindur longri enn áður við ruskinum, men tað lagaði seg skjótt, og nú haldi eg, at tey flestu eru glað fyri, at vit hava eina væl skipaða og nossliga endurnýtslu, har møguleiki er at skilja ruskið í nógvar ymiskar bólkar, sigur Árni.

Týdningarmikið at halda tað reint
Ábyrgdina av Endurnýtsluni hevur Jóhannus S. Petersen.
– Sum heild eru fólk dugnalig at skilja ruskið, og tey koma eisini og spyrja meg til ráðs, sigur Jóhannus.
Hann leggur dent á at hava tað ruddiligt og reint, tí so eru fólk eisini dugnalig at halda tað reint og skilja væl, heldur hann.

Spart 26 prosent
Umframt at hugsa meir umhvørvisvinarligt, og at hava tað reint, so hevur kommunan eisini spart fitt av pengum við at skilja ruskið betur. Til dømis verður nú alt timbur lagt í bingju fyri seg, og har er bæði lættari at stúva og bíligari at lata ta bingjuna til IRF í mun til aðrar bingjur.
So tað loysir seg – eisini fíggjarliga – at skilja ruskið. Í 2016 rindaði Eysturkommuna 774.000 krónur til IRF fyri at sleppa av við burturkastið. Árið fyri var kostnaðurin 1.046.000 krónur. Tað vil siga ein sparing á 26 prosent. Leggjast skal tó afturat, at í hesum tíðarskeiðinum hava onkrar prísbroytingar verið hjá IRF.

Kanna fleiri skiljimøguleikar
Arbeitt verður framvegis við at fáa fleiri møguleikar at skilja. Til dømis at fáa kvørn til greinar, so fólk kunnu lata greinar í kvørnina og taka kvarnaðu greinarnar heim við sær at nýta í urtagarðinum.
IRF fegnast um, at Eysturkommuna hevur fingið eina góða og væl skipaða endurnýtslu.
Les meiri um, hvussu ein kommuna kann skipa sína endurnýtslu, við at trýsta á her.