Hvussu ávirkar dálking djóralívið?

Niðurbrótingartíðir av burturkasti í náttúruni eru sera drúgvar, og eitt nú hevur náttúran sera trupult við at niðurbróta plast. Tá plast langt um leingi verður niðurbrotið, gerst tað til mikroplast. Vit vita ikki í dag, hvørjar fylgjur tað hevur, at mikroplast er í nærum øllum tilfari. Nógv bendir á, at hetta kann hava ávirkan á okkara hormonskipan.

Nógv dømi eru tíverri eisini um, at djór kunnu eta plast ella fløkjast upp í plastburturkastið, og koma illa fyri og doyggja av hesum. Eingin veit enn, hvørji langtíðarárin tað kann hava, at mikroplast verður etið av djórum og sostatt gerst partur av føðiketu okkara. Eingin veit, hvat árin tað hevur á fólk at eta mikroplast frá djórum í seg. Tað má tíðin vísa, men víst er, at tað ikki er heilsugott fyri nakran, og vit eiga at gera alt fyri at minka um plastið í náttúruni.

Leinkja til framløgu um plastdálking á Vísindavøku 2019: https://www.gransking.fo/media/3623/1-sjurdurhammer.pdf