Pappeskjur, gávupappír, ljósketur, perur, battarí og ikki at gloyma fýrverk. Við jólahøgtíðini og nýggjárinum fylgir sera nógv burturkast, ið ikki eigur at fara sama veg sum vanliga húsarhaldsburturkastið.
Hugsa um hvíta og reyða posan, og gev umhvørvinum eina gávu, tá tú hevur fingið tínar.
Hvíti posin
Hvíti posin er til endurnýtslu av pappíri og pappi.
Papp og pappír, sum kann latast til endurnýtslu:
- Alt reint papp/pappír
- Tíðarrit og prentað bløð
- Lýsingar (tak plastposan av fyrst)
- Smáeskjur (t.d. frá heilivági, smyrsli)
- Brævbjálvar (við og uttan rút)
- Skógvaeskjur, papprullur, bøkur
- Eisini pappír/papp við eitt nú smáum jarnklipsum, klisturstubbum og tílíkumkann latast í hvíta posan.
Papp og pappír, sum IKKI skal latast til endurnýtslu:
- Skitið pappír/eskjur
- Pappír við matleivdum á
- Papp við nógvari máling á
- Djús- og mjólkarpakkar
- Persónlig skriv og myndir
- Eggjabakkar
- Gávubandið, ið oftani verður nýtt runt um eitt nú jólagávurnar, kann ikkiendurnýtast.
Les meira um hvíta posan, innsavning og pappírsendurnýtslu her.
Reyði posi
Reyði posin er til serliga dálkandi burturkast, t.d. allan tann kemiska lút tú nýtir til húsið, bilin, bátin o.s.fr. Eisini kann smærri elektronikkur latast til endurnýtslu.
Tá tú skalt lata reyða posa inn, skalt tú seta hann saman við gráa posa tann dagin, hesin verður heintaður. So verður reyði posin tikin og tú fært ein nýggjan í staðin.
Um tú ongan reyðan posa hevur, kanst tú boða okkum frá hesum á irf@irf.fo, so fært tú ein nýggjan, næstu ferð tín grái posi verður heintaður.
Nýtsla av reyða posa:
- Tryggja tær, at íløtini eru tøtt.
- Tryggja tær, at einki brotnar í posanum, t.d. perur.
- Lat lút vera í upprunaílatinum.
- Um tú hevur stoytt kemiskanlút í annað ílat, skriva so á hvat er í, so hetta kann handfarast rætt.
- Bind um reyða posan, tá ið hann er fullur, so einki fer úr.
- Lat posan standa væl heima:Lat posan standa væl t.d. í spann, so perur o.a. ikki brotna.
- Lat ikki posan gerast ovfullan.
- Goym battaríir í krukkur viðloki á, fyri at eldur ikki stendst av teimum. Hendan krukkan kann fara í reyðaposan, tá hon er full.
Kyksilvurvandi tá spariperur ella ljósrør brotna:
Tá ið spariperur ella ljósrør brotna, kemur kyksilvur í luftina. Tað mást túikki anda í teg. Tá slíkt brotnar – lat liggja! Slepp tær burtur, meðan túluftar út í 30 minuttir. Rudda varisliga upp, pakka tað brotna væl inn og lattað so í gráa posan. Ikki dustsúgva, tí tad breiðir kyksilvurið út.
Heilivágur: Leivdir av heilivági og sproytur skulu latast apotekum ella heimasjúkrasystrum.
Les meira um reyða posan her.https://irf.fo/reydi-posi/?menuid=216