Umhvørvisstovan er komin við nýggjari reglugerð um brenning og tyrving. Gips má undir ongum umstøðum brennast. Tað skal ístaðin tyrvast saman við asbesti.
Tað er ikki loyvt at brenna gips. Tað gevur sera dálkandi svávulútlát frá sær, og tað terir eisini ketilin á Brennistøðini hjá IRF. Hetta seinna hevur IRF tíverri ofta havt trupulleikar av, og hava vit tí verið noydd at havt steðgir í brenningini, meðan umvælingar hava verið gjørdar.
Tíverri hevur ruskið ikki altíð verið so væl skilt, og tí hevur gips av og á verið brent saman við øðrum burturkasti.
Men nú eru komnir strangir reglar frá Umhvørvisstovuni um, at gips bara skal tyrvast saman við asbesti, og at tað ikki má koma í bland við annað tyrviburturkast.
Gips og asbest skal latast IRF í sekki ella latast í serliga bingju til endamálið. Heilar asbestplátur skulu av trygdarávum liggja væl á platti.
Annað tyrvitilfar, sum til dømis, bjálving, kreamik, trýstviðgjørdur viður, PVC rør, glasfibur, glas og restir av byggitilfari, kann latast inn sum blandað tyrvitilfar.
IRF heitir inniliga á byggivinnuna og á onnur, um at skilja ruskið væl, so at gips ikki verður latið til brenning, men ístaðin verður latið til tyrvingar saman við asbesti.