Gips má ikki blandast saman við øðrum tyrviburtukasti. Gips skal skiljast frá, áðrenn tú fert á endurnýtsluplássið við tí.
• Veggplátur
• Takplátur
Hvar kann tað latast inn?
Privat: Á kommunalu endurnýtsluplássini
Vinna og kommunur: Eftir avtalu við IRF
Hvar fer tað?
Gips má ikki brennast, tí tað gevur sera dálkandi royk frá sær. Tískil verður gips í staðin tyrvt í mold, har tað ongan skaða ger fyri umhvørvið, av tí at gips er eitt náttúrutilfeingi. Gips verður tyrvt á umhvørvisgóðkendum tyrvingarplássi hjá IRF.