Hugsið um, hvat verður latið í gráa posan

IRF heitir staðiliga á øll um at hugsa seg væl um, hvat verður latið í gráa posan.

Knívar, seymir, hvassir avskurðir og størri hvassir lutir skulu latast inn á kommunalu endurnýtsluplássini. Aðrir lutir, so sum brotnar krukkur og tílíkt, skulu pakkast væl inn, áðrenn teir verða latnir í gráa posan.

Innsavnarar okkara bera tungu húsarhaldsposarnar uppi á rygginum ella ímóti beinunum og kunnu fáa álvarslig mein, um eitthvørt hvast stingur úr posanum.