Føroysk myndatekin á ruskíløt

Hvussu nógv skilja tit á tínum arbeiðsplássi?

Nógv av tykkum vilja gera meira burturúr skiljing á arbeiðsplássinum, og niðanfyri finna tit nøkur amboð til at koma í gongd.

Tit kunnu annars altíð ringja til okkum á 41 42 43 og hoyra nærri um skiljing og útgerð.

Myndatekin til ruskíløt

Nú ber til at taka niður føroysk myndatekin at seta á ruskíløt.  Myndatekinini kunnu takast ókeypis niður, og tey kunnu nýtast frítt í almennum og vinnuligum høpi.

Endamálið við felags myndateknum er at gera tað lættari fyri borgarar og vinnu at skilja burturkast. Um øll brúka somu tekin, heiti og eyðkennislitir, verða færri ivamál og misskiljingar um, hvussu burturkastið skal skiljast.

Hjá IRF verða myndatekinini nýtt á skrivstovum og innandura støðum annars, og harumframt nýta vit tey eisini á bingjunum í nýggju Móttøkuhøllini á Hagaleiti. Í løtuni verður arbeitt við at gera fleiri myndatekin til bingjur og lastir. Hesi vera eisini tøk á heimasíðuni í næstum.

Myndatekinini kunnu takast niður her. Tit kunnu prenta tey sjálvi, ella prenta tey sum klisturmerkir hjá prentfyritøku, eins og IRF hevur gjørt.

Plakat til skiljing – Bygging og umvæling

Stórt burturkast at brenna

IRF hevur ment eina plakat, sum í høvuðsheitum er samansett av myndum. Plakatin gevur tykkum eitt skjótt og einfalt yvirlit yvir burturkastbólkarnar, sum eru í sambandi við bygging og umvæling,  og hvussu teir skulu skiljast. Teksturin á plakatini er á føroyskum, enskum, pólskum og rumenskum.

Um tit venda tykkum til okkum, kunnu tit fáa nøkur eintøk av plakatini, og vit kunnu eisini senda tykkum prentfíluna, soleiðis at tit sjálvi kunnu prenta tær plakatirnar, sum tit hava brúk fyri.

Á síðuni her síggja tit myndir av ymisku burturkastbólkunum í sambandi við bygging og umvæling. Hesar kunnu tit eisini taka niður og nýta frítt til innanhýsis vegleiðingar o.a.

Hvussu koma tit í gongd?

Tá ein fyritøka ella stovnur fer undir at skilja, mæla vit til, at arbeitt verður eftir tveimum leistum:

1. Hvussu kunnu tit minka um tykkara rusknøgdir?

Tað vísir seg oftani, at smá átøk/broytingar kunnu minka nógv um burturkastnøgdirnar á einum arbeiðsplássi. Her kann hyggjast nærri at, hvat og hvussu vørur verða keyptar inn. Er nakað matoyðsl, pappíroyðsl ella annað, sum tit kunnu taka hond um og á henda hátt fyribyrgja ein part av burturkastinum?

2. Hvørjir burturkastbólkar eru í ymisku hølunum, og hvussu skulu hesir skiljast?

Annað stig er at hyggja nærri at øllum tí, sum verður koyrt vekk. Sum oftast er tað ymiskt frá rúmi til rúm, hvørjir burturkastbólkar eru, og hetta ávirkar tí eisini tørvin á ruskíløtum, skeltum og tílíkum.

Hjá IRF hava vit valt tann leistin, at inni á øllum skrivstovunum er bert eitt ruskílat, og hetta er til papp og pappír. Eingin plastposi er í hesum ílatinum. Tað er bæði fyri at minka um nýtsluna av plasti og fyri at vísa vitjandi á, at í hesi íløtini fara ikki eitt nú matleivdir. Í felagsøkjunum eru felagsstøðir við ruskíløtum til brennandi, papp og pappír, bleytt plast, elektronikk, jarn og metal, fløskur til endurnýtslu, battarí, spariperur og serliga dálkandi burturkast.

Ruskíløt, útgerð og annað

Tað er ikki altíð neyðugt at keypa serlig ruskíløt fyri at byrja at skilja. Nógv av teimum íløtunum, sum tit longu hava á arbeiðsplássinum, kunnu nýtast. Tað snýr seg um at skipa íløtini øðrvísi, seta myndatekin á og broyta nakrar mannagongdir. Í hesum sambandi er tað eisini týdningarmikið, at reingerðarfólk, umsjónarfólk og onnur verða kunnaði um nýggju mannagongdirnar.

Er ætlanin at keypa nýggj íløt, finnast hópin av veitarum, og íløtini fáast júst í tí sniði, liti og samanseting, sum passar til tykkum. Fleiri føroyskir veitarar eru, og eisini senda flestu norðurlendsku veitararnir til Føroyar uttan stórvegis hóvasták.

Annars eru tit altíð vælkomin at seta tykkum í samband við okkum um ivamál um skiljing og útgerð.

Hvat skal brennast?

Hvat verður sent til endurvunning?

Hvat verður tyrvt?

Serliga dálkandi burturkast