IRF dyrkar sítt egna grønmeti

Í apríl varð skipað fyri plantuskeiði fyri starvsfólkum hjá IRF, og nú ber til at eta burturav gróðrarmikla kálgarðinum, sum stendur uttanfyri skrivstovuna á Hagaleiti.

IRF-starvsfólk á plantuskeiði

Í apríl varð skipað fyri plantuskeiði fyri starvsfólkum hjá IRF. Skeiðið byrjaði við einum ástøðiligum parti frá Evu Andersen, og síðan fóru starvsfólkini at sáa eina rúgva av fræum, t.d. iceberg, rukkola, babysalat, koriander, kili, tomatir, basilikum, purleykur, dild og nógv annað. Starvsfólkini sáddu til at taka við heim, og til ein felags kálgarð hjá IRF á Hagaleiti.  

Fræini eru nú vorðin til plantur, og hesar hava í høvuðsheitum staðið inni. Nú eru tær fluttar út í plantukassar, sum sjálvandi eru gjørdir burturúr endurnýtslutilfari.

Virðing fyri góðu matvørunum

Hóast tað bæði er skjótari og lættari at keypa grønmeti í matvøruhandlum, eru ágóðarnir av at dyrka egið grønmeti nógvir í tali.

Tá ein sjálvur hevur sáað fræini og røkta smáu spírarnar, sum síðani vaksa til kryddurtir og salatbløð, tá fært tú eina heilt aðra virðing fyri matvøruni, í mun til um tú hevur tikið ein kryddurtapott av einari hill í einum matvøruhandli. Harumframt veitst tú, at títt heimadyrkaða grønmeti ikki er sproytað við dálkandi evnum og at einki dálkandi útlát hevur verið av at flyta grønmetið til Føroyar. 

Matendurvinning gevur góðskumold

Allar matleivdirnar frá skrivstovuni á Hagaleiti verða latnar í bokashi-spannir. Bokashi-spannirnar verða hagreiddar úti, og moldin, ið fæst burturúr, er góðskumold, sum er sera rík í føðsluevnum.

Les meira um bokashi her.

Seinni í ár, tá úrtøkan úr kálgarðinum er liðug, fara vit at hagreiða bokashi-matleivdirnar niður í plantukassarnar. Tá fáa vit bæði hagreitt bokashi-matleivdirnar endaligt, soleiðis at tær kunnu blíva til mold, samstundis sum vit fáa ríkað gomlu moldina við nýggjum føðsluevnum.

Næsta ár er ætlanin at planta av nýggjum í moldkassarnar.

Nógvir fyrimunir við matendurvinning

Fyrimunirnir við at endurvinna matleivdirnar eru nógvir. Tá vit endurvinna matleivdir, verður virðismikla tilfeingið í matleivdunum hildið í ringrás heldur enn at verða brent. Harafturat eru matleivdir sera ríkar í føðsluevnum, og tí minka vit um tørvin at innflyta kunsttøð. Vit minka eisini um tørvin at innflyta eins nógva mold, tá vit í størri mun framleiða okkara egnu mold.

Ein annar stórur fyrimunur við at skilja matleivdir frá vanliga húsarhaldsburturkastinum er, at tú fært eyguni upp fyri matoyðsli, og tú gerst meira tilvitaður um, hvussu nógvan mat, tú koyrir burtur.  

Ábyrgdarfull nýtsla og starvsfólkatrivnaður

IRF fegnast um væleydnaða plantuskeiðið, sum tekur støði í umhvørvispolitikki felagsins. Í umhvørvispolitikkinum verður dentur lagdur á, at øll nýtsla og framleiðsla hjá IRF skal vera ábyrgdarfull og burðardygg. Umhvørvispolitikkurin setur eisini út í kortið, at IRF skal vera eitt gott og mennandi arbeiðspláss, har starvsfólkið trívist.