Grein úr Vikublaðnum eftir Vilmundi Jacobsen
Í staðin fyri at brenna virðismikið tilfeingi, sum kann endurnýtast, ynskir IRF at spæla ein týðandi leiklut í arbeiðnum móti einum nýggjum og grønum búskapi. Hetta er orsøkin til, at IRF fer at byggja nýggja móttøkuhøll, so tað verður skjótari og høgligari hjá vinnuni at sleppa av við og skilja burturkast til endurnýtslu
Tað sæst í stóran mun aftur í nøgdunum av burturkasti, at rættilig ferð er á samfelagshjólunum í Føroyum.
Gjøgnum árini hevur tað burturkast, sum dagliga kemur til IRF á Hagaleiti í Leirvík, verið eitt týðiligt barometur um gongdina.
Útbyggingin av brennistøðini hjá IRF er júst liðug, og sigast má, at tað var í tøkum tíma, at kapasiteturin varð øktur.
Áðrenn farið var undir stóru útbyggingina í februar í ár, brendi IRF í miðal 56 tons um døgnið. Í dag – bert átta mánaðir seinni – verða í miðal 78 tons brend um døgnið.
Endurnýta fjarhita
Tað er ikki bara í Tórshavnar kommunu, at burturkast, sum verður brent, verður endurnýtt sum fjarhiti.
Eisini á Hagaleiti í Leirvík verður fjarhiti nýttur innanhýsis til brennistøðina, endurnýtsluhøllina og til spilloljuverkið hjá felagnum. Harumframt verður fjarhiti eisini veittur Høvdavirkinum, sum hevur sítt virksemi á Hagaleiti.
Í 2017 tók IRF ímóti tilsamans 234.691 rúmmetrum av burturkasti. Av hesum varð 30 prosent sent til endurnýtslu, og sløk 70 prosent vórðu brend.
Endurnýta meira
Í staðin fyri at brenna virðismikið tilfeingi, sum kundi verið endurnýtt, ynskir IRF at spæla ein týðandi leiklut í arbeiðnum móti einum nýggjum og grønum búskapi, har minni verður brent og meiri verður endurnýtt – umhvørvinum hjá okkum øllum at frama.
Hóast IRF støðugt arbeiðir við at endurnýta alsamt meira og at leingja um lívsringrásina á vørum og tilfeingi, eru tað sera stórar nøgdir av burturkasti, sum skulu brennast.
Skiljihøll til vinnuna
Tað er sjónligt í dagliga rakstrinum hjá IRF, at nøgdirnar av burturkasti eru sera stórar, og eitt nú kemur sera nógv burturkast inn frá byggivinnuni, sum hevur nógv virksemi kring landið.
Fyri at betra um møguleikarnar hjá vinnuni at skilja burturkastið, er arbeiðið byrjað at byggja eina nýggja móttøkuhøll til brennistøðina.
Við hesari høll verður tað skjótari og høgligari hjá vinnuni at sleppa av við og skilja burturkast til endurnýtslu. Móttøkuhøllin verður væntandi klár at taka í nýtslu komandi summar.
Skiljihøllin er liður í støðugu menningini av endurnýtsluskipan IRF’s, har tað áhaldandi verður leitað eftir nýggjum møguleikum fyri øktari skiljing til endurnýtslu.
Aliringar til endurnýtslu
Nógv ferð er á menningini á altjóða endurnýtslumarknaðinum, men avbjóðingin er oftan at innsavna stórar nøgdir av sama slagi av burturkasti.
Avtakarar av burturkasti til endurnýtslu ynskja stórar og reinar nøgdir av sama slagi av burturkasti.
Tá talan eitt nú er um endurnýtslu av plasti, eru sera nógv ymisk sløg av plasti í umferð – í ymiskari góðsku og litum.
Svørtu aliringarnir eru eitt dømi um hart plasttilfar, ið letur seg endurnýta. Ringarnir eru stórir, góðskan av plastinum er góð, og liturin er hin sami.
Í 2016 fór IRF undir at senda hart plast til endurnýtslu, og vórðu tilsamans 78 tons send til endurnýtslu hetta árið. Í 2017 vórðu 235 tons send til endurnýtslu, og er hetta sostatt ein vøkstur á 300 prosent.
Endurnýtsla av spillolju
Í 2017 tók IRF ímóti 4983 rúmmetrum av spillolju og oljudálkaðum vatni, harav 99% varð endurnýtt.
Spilloljan, sum kemur til IRF, verður reinsað og seld til endurnýtslu í Føroyum. Oljudálkaða vatnið verður eisini reinsað og síðan latið á sjógv.