IRF fingið viðurkenning fyri endurnýtslu av plasti

IRF hevur fingið viðurkenning og prógv frá fyritøkuni Plastix í Danmark fyri at senda trol og net til endurnýtslu hjá teimum.

Nógv hevur verið frammi ta seinastu tíðina, um at plast dálkar sera illa, og at nakað má gerast við hetta. Trupulleikin við plasti er, at tað niðurbrýtist ikki, og er tað tí ein sera álvarsamur umhvørvistrupulleiki.

IRF vil fegin ganga undan við at halda umhvørvið reint og at endurnýta alt, ið vit kunnu. Tí hevur IRF tikið stig til at senda gomul trol og net til endurnýtslu í Danmark. Við nýmótans tøkni og útgerð verður plasti endurnýtt og brúkt í nýggjum vørum.

Við hesum er IRF við til at:

• Minka munandi um koltvísúrni (CO2) útlátið
• Loysa eina munandi avbjóðing í stroyminum av burturkasti
• Minka um tyrvingina
• Minka um dálking av havinum
• Minka um tapið av góðum plasttilfeingi, sum kann endurnýtast
• Stuðla einum grønum og bláum ringbúskapi

Tað er Endurnýtslan hjá IRF, sum stendur fyri útflutninginum av trolum og netum, ið hevur tikið upp samstarv við endurnýtslufyritøkuna Plastix.

IRF vil heita á skip, bátar og onnur um at taka gamlan veiðureiðskap, so sum troll, net og endar við til lands til endurnýtslu. Sum sæst á viðurkenningini, so ger tað stóran mun fyri umhvørvið.
Sí eisini hendan filmin hjá Plastix um endurnýtslu av trolum og netum.