IRF hevði yvirskot á 4,33 mió. kr.

IRF hevur havt aðalfund í dag á Hotel Hafnia. Rakstrarúrslitið fyri 2016 gjørdist eitt yvirskot á 4,33 mió. kr., sum er 3,53 mió. kr. betri enn í 2015. 

Rakstrarúrslitið er 1,74 mió. kr. betri enn mett frammanundan.

Bruttoúrslitið gjørdist 51,45 mió. kr., sum er 5,16 mió. kr. betri enn í 2015.

Inntøkurnar eru 4,1 mió. kr. hægri enn í 2015, meðan útreiðslurnar eru 0,78 mió. kr. lægri.

Fíggjarstøðan javnvigar við 126,48 mió. kr. í 2016, í mun til 124,57 mió. kr. í 2015.

Samlaðu íløgurnar í 2016 vóru 6,26 mió. kr. Av hesum vóru 2,26 mió. kr. gjørdar á Hagaleiti, 0,62 mió. kr. í tyrvingarpláss v.m. og 3,38 mió. kr. í bilar og bingjur v.m.

Samlaða lánsskuldin er 7 mió. kr. lægri enn í 2015, meðan rentuútreiðslurnar eru 0,48 mió. kr. lægri.

Sí roknskapin her.