IRF skiftir til grønan samleika

IRF ynskir at endurnýta meira og brenna minni. Hetta er partur av nýggja og grønara samleikanum hjá IRF, sum byggir á hugsjónina um ringbúskap. IRF ynskir við hesum at ganga á odda og hevur gjørt seg út at skilja burturkastið í áleið 25 ymisk sløg, har sum mest verður endurnýtt.

– Hugsanin við nýggja samleikanum byggir á náttúrunnar ringrás, har einki fer burtur, men verður endurnýtt í nýggjum samanhangi, sigur Aslaug Gisladóttir, umhvørvisleiðari í IRF.

IRF hevur í síðstuni gjørt meira og meira við at arbeiða grønari. Sum eitt úrslit av hesum, hevur IRF fingið nýggjan samleika. Ein samleika, har IRF vil ganga á odda at endurnýta. Búmerkið er skift út við eina sólju í ymiskum litum, sum umboðar náttúruna og náttúrunnar ringrás. IRF hevur fingið nýggja og snotiliga heimasíðu, har greitt verður frá um alt møguligt, ið kann endurnýtast, og IRF hevur gjørt seg út at skilja burturkast í áleið 25 ymisk sløg av burturkasti, har ein stórur partur kann endurnýtast.

Ringbúskapur
– Hetta verður eisini kallað ringbúskapur. Tað er ein háttur at nýhugsa framleiðslu og nýtslu, á ein handilsligan og umhvørvisliga burðardyggan hátt, sigur Aslaug.

Hon vísir á, at 75 prosent av øllum tilfari, verður bara nýtt einaferð. Men møguleiki er at endurnýta nógv av tilfarinum upp til fleiri ferðir. Pappír til dømis kann endurnýtast 7-10 ferðir.

IRF hevur longu í fleiri ár vant fólk at skilja pappír, papp og jarn til endurnýtslu.

Umframt at gerast betri at endurnýta nevnda tilfar, ynskir IRF eisini at økja endurnýtsluna av glærplasti, sum er klárt, bleytt plastik frá til dømis vøruplattum og hvítvørum, umframt ljósrør, spariperur, fartelefonir, leidningar, trol, teldur, sjónvarp, og nógv annað. Um ikki alt, so verða partar av tilfarinum endurnýtt.

– Um vit taka eina fartelefon sum dømi, so verða bara 11 prosent av fartelefonunum endurnýttar í dag. Um 95 prosent varð savnað inn til endurnýtslu í ES er mett, at tað hevði givið eina fíggjarliga sparing á 1 milliard evrur fyri alt Evropa, sigur Aslaug.

Hon vísir á, at ES hevur sett sær sum mál, at endurnýta 65 prosent av kommunala burturkastinum í 2030. Tað er eisini neyðugt, at vit í Føroyum ganga undan við endurnýtslu.

Grønt IRF
Sum sagt, so ynskir IRF ístaðin fyri at brenna virðismikið tilfeingi, sum kundi verið endurnýtt, í framtíðini at spæla ein týðandi leiklut í arbeiðinum fram móti einum nýggjum og grønum ringbúskapi, har minni verður brent og meiri verður endurnýtt.

Fortreytin er, at vit borgarar í Føroyum gerast betri til at skilja til endurnýtslu. IRF hevur longu góðar skipanir til endurnýtslu – tær skulu bara nýtast meira.

Tað eru tær einstøku kommunurnar, sum eiga og reka kommunalu bingjuplássini, og vil IRF heita á allar kommunur, at geva sínum borgarum møguleika at skilja burturkastið so væl sum møguligt. Kommunurnar kunnu umhugsa at uppraðfesta síni ruskpláss til endurnýtslupláss, har borgararnir hava møguleika at skilja burturkastið enn betur.

Meira kann lesast á nýggju heimasíðuni hjá IRF við vegleiðing um skiljing, endurnýtslu v.m. til privat, vinnu/stovnar og kommunur.