Til skúlar! Tak lut í kapprenningini móti plastiki og halt umhvørvið reint.
Roynt verður á ymiskan hátt, at halda umhvørvið reint. Eisini í norðurlenskum høpi. Nú er tað “Norden i Skolen”, sum skipar eina kapping millum skúlaflokkar í Norðurlondum, har endamálið er at halda umhvørvið reint. Hetta er júst í trá við tað, ið IRF stendur fyri.
Hesaferð verður serligur dentur lagdur á trupulleikan við plastiki í náttúruni.
Uppgávan er at savna so nógv plastik sum møguligt í 15 minuttir, at taka mynd og at senda inn. Ein virðisløn á 5.000 krónur er til vinnandi skúlaflokkin.
Føroyskir flokkar eru við í kapprenningini móti plastiki, og millum annað hevur ein flokkur í Kaldbaks skúla sent mynd inn.
Sí meira um kappingina her.