IRF á Hagaleitið

Koyrigjaldið hjá IRF hækkar

Koyrigjaldið hjá IRF hækkar pr. 1. januar 2023 til 25 kr/m3.

Koyrigjaldið hækkar sostatt við 10 kr/m3 – úr 15 kr/m3  til 25 kr/m.

Koyrigjaldið verður lagt afturat kostnaðinum fyri burturbeining, tá ið talan er um brenniburturkast, pappír/papp, plast, mat- og frituruolju, jarn/metal, dekk og tyrviburturkast. Sí prísirnar fyri burturbeining her.  

Koyrigjaldið er galdandi fyri burturkast, sum bilarnir hjá IRF koyra, frá virkjum og bingju- og endurnýtsluplássum.