– Vit kunnu endurnýta minst tríggjar ferðir so nógv í mun til hvat vit gera í dag. Tað fer ov nógv pappír og papp burtur at brenna, sum kundi verið endurnýtt, sigur Aslaug Gisladóttir, umhvørvisleiðari hjá IRF.
Í nógv ár, hevur IRF vant fólk við at skilja ruskið, so at pappír og papp fer í hvítan posa, meðan annað burturkast, sum skal brennast, fer í gráan posa.
Minkað 10%
– Í fyrstuni, tá ið vit byrjaðu við at endurnýta pappír og papp, vóru fólk røsk at skilja, men eg haldi, at seinastu tíðina eru fólk ikki eins røsk at lata í hvítan posa, sum tey hava verið, sigur Adelbert Ellingsgaard, deildarleiðari í Endurnýtsluni hjá IRF.
Hann vísir á, at nøgdirnar hava verið størri, enn tær, ið koma inn nú. Í fjør fekk IRF 1.561 tons av pappíri og pappi, sum varð sent víðari til endurnýtslu. Hetta er 171 tons minni í mun til 2015, tá ið tað komu 1.732 tons inn. Minkingin svarar til 10 prosent.
– Tíverri eru fólk ikki eins dugnalig at skilja ruskið til endurnýtslu, sum tey hava verið. Vit fáa ofta vitjan av skúlaflokkum og barnagørðum, og eg haldi, at børnini eru tilvitað og røsk at skilja. Men tey vaksnu eru ikki eins dugnalig, sigur Adelbert.
Hvítur posi aðru hvørja viku
Ruskinnsavnarnir hjá IRF savna inn hvørja viku, og tá er møguleiki hjá fólki at lata hvítan posa við pappíri og pappi inn. Men tað er sera ymiskt, hvussu røsk fólk eru at lata hvítan posa inn. Onkur letur hvítan posa inn eina til tvær ferðir um mánaðin, onkur kanska eina ferð um mánaðin, onkur triðja hvønn mánað, og onkur bara eina ferð um árið.
– Tað er heilt greitt, at nøgdirnar eru munandi størri, ið kundu farið til endurnýtslu, enn tær, ið vit fáa inn. Eg vil meta, at vit eiga at fáa minst tríggjar ferðir so nógv pappír og papp inn at senda víðari til endurnýtslu, sigur Aslaug.
Hon vísir á, at um alt burturkast av pappír og papp, sum annars verður latið í gráan posa í einum vanligum húsarhaldi, verður latið í hvítan posa, so skuldi hvíti posin verið latin IRF umleið aðru ella triðju hvørja viku.
– Pappír kann jú endurnýtast umleið sjey til 10 ferðir, og tí er tað upplagt at endurnýta. Alt reint pappír kann latast í hvítan posa, t.d. tannkremeskja, avísir, kornflekspakki, pappeskjur, makulerað pappír og nógv annað. Eg vil tí mæla fólki til, at vera dugnalig at skilja ruskið, og lata alt, sum kann, fara í hvítan posa, sigur Aslaug.
Tað er einki mark fyri, hvussu ofta hvítir posar kunnu latast inn.
Bíligari fyri fyritøkur og stovnar
Umframt húski, so lata fyritøkur og stovnar og bingjuplássini hjá í teimum einstøku kommununum eisini pappír og papp til IRF.
Nakrar fyritøkur og stovnar eru raskar at skilja og endurnýta, meðan aðrar kundu verið væl raskari at latið til endurnýtslupartin ístaðin fyri koyra tað til burturkast, ið skal brenna.
Tað er eisini ein fíggjarligur fyrimunur fyri fyritøkur og stovnar at skilja burturkastið. Tað kostar nevnliga 216 krónur fyri rúmmeturin, um tað er óskilt, men tað kostar einans 85 krónur fyri rúmmeturin fyri pappír og papp, og einans 40 krónur fyri rúmmeturin um tað er pappír er fyri seg og papp er fyri seg.
Sent uttanlands til endurnýtslu
Persónlig skjøl, og aðrir upplýsingar á pappíri, ið ikki koma øðrum við, skulu tó ikki latast til endurnýtslu.
Á Endurýtsluni hjá IRF arbeiða fýra fólk við at skilja pappír og papp. Hetta er umframt ruskinnsavnararnar. Alt verður trýst saman og sent til Hollands og aðrastaðni, har tað verður endurnýtt. IRF fær eitt sindur av pengum fyri tað, ið verður sent uttanlands, soleiðis at tað rindar útreiðslurnar til flutning og handfaringina.