Kunnu endurnýta minst tvífalt so nógv glærplast

Klárt, reint og bleytt plast er lætt at endurnýta. Og IRF ynskir at gera nógv meira fyri at endurnýta hetta.

Í 2016 fekk IRF 36 tons av bleytum plasti, nevnt glærplast, at senda víðari til endurnýtslu. Hetta heldur IRF í minsta lagi kann tvífaldast.

Í trá við grøna samleikan ynskir IRF at endurnýta sum mest, heldur enn at brenna. Eisini tá ið talan er um plast.

Fíggjarligur fyrimunur hjá vinnuni
Tað, sum ber til at endurnýta av plasti, er klárt, bleytt og reint plast. Plastið skal vera so bleytt, at til ber at binda knút við tí.

Tað eru serliga vinnufyritøkur, ið hava nógv glærplast. Hjá teimum loysir tað seg eisini at lata inn til endurnýtslu í staðin fyri at brenna. Tað kostar nevnliga at lata inn at brenna, men tað er ókeypis at lata glærplast inn til endurnýtslu.

Skipanir eru gjørdar, at vinnufyritøkur og onnur, ið hava nógv glærplast, kunnu lata hetta í serligar sekkir, sum fáast frá IRF.

Eisini er gjørligt hjá kommunalu endurnýtsluplássunum at savna glærplast inn í klárar 240 l posar, ið fáast til keyps frá IRF.