• Leivdir av seyði, fugli og fiski
• Deyður fuglur, fiskur og onnur djór
• Tilfar úr reinsibrunnum
• Skinn
Hvar kann tað latast inn?
Privat: Á kommunalu endurnýtsluplássini.
Vinnan og kommunur: Eftir avtalu við IRF
Um tú vilt vita meira:
Burturkastið skal vera so væl avvatnað sum gjørligt, tí sum kunnugt riggar tað illa at brenna vatn. Tá ov nógv vatn kemur við burturkastinum, økist útlátið úr roykinum á Brennistøðini, sum kann dálka umhvørvið.
Neyt og ross: Neyt og ross skulu sundurbýtast í fýra partar, áðrenn tey koma á Brennistøðina hjá IRF.
Skinn: IRF viðmælir, at seyðaskinn verða latin til endurnýtslu hjá góðkendum móttakara. Hetta lutvíst tí at skinn dálka illa, tá ið tey verða brend og lutvíst fyri at tryggja, at virðismikið tilfeingi ikki fer burtur.
Skulu skinnini burtur, skal saltið vera rakað av skinnunum, áðrenn tey verða burturbeind.
Av tí at salt viðførir dálkandi útlát, tá ið tað verður brent, skal salt latast á sjógv og ikki latast til IRF.
Vembur: Vemburnar skulu tømast, áðrenn tær verða burturbeindar. Orsøkin er, at seyðatøð og gor er somikið vátt, at tað viðførir økt útlát av umhvørvisdálkandi evnum. Hjálp okkum at verja umhvørvið – tømið vemburnar.
Seyðatøð og gor: Skulu helst ikki til IRF. Hjálp okkum at verja umhvørvið – lat ikki vátt lívrunnið til IRF.
Fjaðrar: Skulu vera í posa, sum ikki er heilt lufttættur, so posin ikki brestur við handfaran av burturkastinum.