Nýggjur fíggjarleiðari settur í starv

IRF hevur sett Jóhannus Danielsen sum nýggjan fíggjarleiðara frá 1. januar 2021. Jóhannus er 55 ár, búsitandi á Toftum og er skrásettur grannskoðari.

Jóhannus hevur drúgvar royndir sum grannskoðari hjá Grannskoðarafelagnum Carl Vilhelm Weihe (fyrr Rasmussen & Weihe, nú Januar), har hann starvaðist í 16 ár, bæði í Havn og seinni sum leiðari á deildini í Saltangará. Í fimm ár arbeiddi hann sum fíggjarleiðari og starvsfólkaumsitari hjá Borg. Í tvey ár arbeiddi hann í egnari ráðgevingarfyritøku innan bókhald, roknskap, skatt og fígging.

Jóhannus hevur verið borgarstjóri í Nes kommunu seinastu átta árini, men hann valdi ikki at stilla upp aftur til kommunuvalið í november.

“Eg eri sera spentur at fara undir nýggju avbjóðingina og gleði meg at gerast partur av einari fyritøku í menning. Mínar arbeiðsroyndir eru fjølbroyttar og hóska væl til eina fyritøku sum IRF, hvørs virksemi beinleiðis ávirkar størsta partin av borgarunum og vinnulívinum í Føroyum. Saman við dugnaliga starvsfólkahópinum hjá IRF, verður tað spennandi at vera við til at mynda eina fyritøku, sum arbeiðir við at menna burturkast- og endurnýtsluøkið” sigur Jóhannus Danielsen, nýggjur fíggjarleiðari hjá IRF.