Jóannes Guttesen nýggjur umhvørvisleiðari hjá IRF

Jóannes Guttesen nýggjur umhvørvisleiðari

21. august byrjaði Jóannes Guttesen sum umhvørvisleiðari hjá IRF. Jóannes er 54 ára gamal og búsitandi í Hoyvík. Hann er útbúgvin laboratoriuteknikari, hevur diplomútbúgving í leiðslu og hevur viðkomandi skeið innan umhvørvisgóðskuskoðan, fyrisiting og verkætlanarleiðslu.

Hann hevur áður starvast sum umhvørvisleiðari og leiðari á Kommunalu Brennistøðini hjá Tórshavnar Kommunu, og hann hevur eisini starvast á Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

Umhvørvisleiðarin hjá IRF hevur ábyrgdina av øllum umhvørvisviðurskiftum hjá felagnum og er við til framhaldandi at tryggja grønu kósina hjá IRF saman við leiðslu, deildarleiðarum og starvsfólkum annars.

“Eg havi altíð havt stóran áhuga í umhvørvis- og burturkastøkinum, og tað verður sera spennandi at arbeiða við munadyggum loysnum innan fyribyrging, innsavning og hagreiðing av burturkasti frá borgarum og virkjum úr øllum landinum. Tað er sera týdningarmikið, at vit – bæði borgarar, vinna og politiskir myndugleikar – eru við til at minka um, hvussu nógv burturkast verður framleitt. Tí næst skulu vit arbeiða fram ímóti at endurnýta og endurvinna so nógv av burturkastinum sum gjørligt. Eg gleði meg at herja á hesa uppgávu saman við dugnaliga starvfólkahópinum hjá IRF” sigur Jóannes Guttesen, nýggjur umhvørvisleiðari hjá IRF.