Í góðveðrinum mánadagin byrjaði niðurtøkan av 29 ára gamla skorsteininum á Brennistøðini á Hagaleiti. Nýggi skorsteinurin verður 33 metrar høgur og verður hann sostatt nakað styttri enn tann gamli, ið var 58 metur. Tørvur er ikki á so høgum skorsteini longur vegna góðu roykreinsiskipanina, sum IRF fekk í 2006.
Sí myndasavn frá niðurtøkuni niðanfyri (trýst á myndina fyri størri mynd).