Nógv av tykkum vilja gera meira burturúr skiljing á arbeiðsplássinum, og niðanfyri finna tit nøkur amboð til at koma í gongd.
Tit kunnu annars altíð ringja til okkum á 41 42 43 og hoyra nærri um skiljing og útgerð.
Myndatekin til ruskíløt
Her kunnu tit taka myndatekin niður at seta á ruskíløt. Tit kunnu prenta myndatekinini við vanligum printara ella fáa tey prentað sum klisturmerkir hjá prentstovu. Myndatekinini kunnu takast ókeypis niður, og tey kunnu nýtast frítt í almennum og vinnuligum høpi.
Myndatekinini kunnu síggjast og takast niður her.
Endamálið við felags myndateknum er at gera tað lættari fyri borgarar og vinnu at skilja burturkast. Um øll brúka somu tekin, heiti og eyðkennislitir, verða færri ivamál og misskiljingar um, hvussu burturkastið skal skiljast.
Hjá IRF verða myndatekinini nýtt á skrivstovum og innandura støðum annars, og harumframt nýta vit tey eisini á bingjunum í Móttøkuhøllini á Hagaleiti.
Hvussu koma tit í gongd at skilja?
Tá ein fyritøka ella stovnur fer undir at skilja, mæla vit til, at arbeitt verður eftir tveimum leistum:
1. Hvussu kunnu tit minka um tykkara burturkastnøgdir?
Tað vísir seg oftani, at smá átøk/broytingar kunnu minka nógv um burturkastnøgdirnar á einum arbeiðsplássi. Her kann hyggjast nærri at, hvat og hvussu vørur verða keyptar inn. Er nakað matoyðsl, pappíroyðsl ella annað, sum tit kunnu taka hond um og á henda hátt fyribyrgja ein part av burturkastinum?
2. Hvørjir burturkastbólkar eru í ymisku hølunum, og hvussu skulu hesir skiljast?
Annað stig er at hyggja nærri at øllum tí, sum verður koyrt vekk. Sum oftast er tað ymiskt frá rúmi til rúm, hvørjir burturkastbólkar eru, og hetta ávirkar tí eisini tørvin á ruskíløtum, skeltum og tílíkum.
Hjá IRF hava vit valt tann leistin, at inni á øllum skrivstovunum er bert eitt ruskílat, og hetta er til papp og pappír. Eingin plastposi er í hesum ílatinum. Tað er bæði fyri at minka um nýtsluna av plasti og fyri at vísa vitjandi á, at í hesi íløtini fara ikki eitt nú matleivdir. Í felagsøkjunum eru felagsstøðir við ruskíløtum til brennandi, papp og pappír, bleytt plast, elektronikk, jarn og metal, fløskur til endurnýtslu, battarí, spariperur og serliga dálkandi burturkast.
Ruskíløt, útgerð og annað
Tað er ikki altíð neyðugt at keypa serlig ruskíløt fyri at byrja at skilja. Nógv av teimum íløtunum, sum tit longu hava á arbeiðsplássinum, kunnu nýtast. Tað snýr seg um at skipa íløtini øðrvísi, seta myndatekin á og broyta nakrar mannagongdir. Í hesum sambandi er tað eisini týdningarmikið, at reingerðarfólk, umsjónarfólk og onnur verða kunnaði um nýggju mannagongdirnar.
Er ætlanin at keypa nýggj íløt, finnast hópin av veitarum, og íløtini fáast júst í tí sniði, liti og samanseting, sum passar til tykkum. Fleiri føroyskir veitarar eru, og eisini senda flestu norðurlendsku veitararnir til Føroyar uttan stórvegis hóvasták.
Annars eru tit altíð vælkomin at seta tykkum í samband við okkum um ivamál um skiljing og útgerð.
Plakatir til byggivinnu og sjóvinnu
Fyri at gera skiljingina av burturkasti so skynsama sum gjørligt, hevur IRF gjørt vegleiðandi skiljiplakatir við ymsu burturkastbólkunum í sjóvinnuni og byggivinnuni.
Høvuðsendamálið við plakatunum er at geva eitt skjótt og einfalt yvirlit yvir burturkastbólkarnar, og hvussu teir skulu skiljast.
Plakatirnar um sjóvinnuburturkast og byggiburturkast kunnu takast niður av heimasíðuni, og tær kunnu eisini umbiðjast frá IRF sum prentað eintak úr slitsterkum tilfari.
Tak niður her: Skiljing av byggiburturkasti
Tak niður her: Skiljing av sjóvinnuburturkasti