Seinasta ballan brend

Fyri páskir varð seinasta ballan hjá IRF í grótbrotinum úti á Vík í Leirvík brend.

Í 2018 varð Brennistøðin á Hagaleiti umvæld, og í tí sambandi lá hon still í fýra mánaðir. Í hesum tíðarskeiðinum varð alt brenniburturkastið ballað og lagt á goymslu í grótbrotinum úti á Vík. Tilsamans vórðu 10.230 ballur lagdar á goymslu, og beint fyri páskir varð seinasta ballan koyrd í køstin á Brennistøðini.

Tað hevur tikið longri tíð enn upprunaliga mett at brenna alt burturkastið á goymsluni, og hetta kemst m.a. av góðu gongdini í samfelagnum seinastu árini og methøgu burturkastnøgdunum.

Nú bar tó á mál, og tað síðsta av burturkastinum varð brent stutt fyri páskir.

Umvælingin av Brennistøðini hevur eydnast avbera væl, og við nýggju Móttøkuhøllini hjá IRF, sum júst er tikin í nýtslu, og við samstarvinum millum hesar báðar støðirnar, er IRF farið frá at brenna 56 tons um samdøgrið til í miðal 78 tons um samdøgrið.