Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í Heilsu- og Innlendismálum, vitjaði fyrradagin hjá IRF. Saman við aðalstjóranum, Turid Arge, hevði hon ein fund við leiðsluna hjá IRF, sum serliga snúði seg um virksemið hjá Spilloljuverkinum.
Tað var fyrstu ferð, at Sirið vitjaði á IRF. Hon var eisini ein rundtúr á Hagaleiti og fekk eina frágreiðing um virksemið hjá IRF.
Sirið umsitir umhvørvismál, og tað var serliga við atliti til Spilloljuverkið, at hon var komin at vitja.
Spilloljuverkið er eitt landspolitiskt átak at fyribyrgja dálking í havinum kring Føroyar. Landið gjørdi avtalu við IRF fyri nógvum árum síðani, um at gera hetta arbeiði. Avgjaldið á innfluttari olju fíggjar raksturin av Spilloljuverkinum, sum reinsar spilloljuna og selur hana til endurnýtslu.
Átakið varð gjørt fyri at tryggja, at spillolja frá skipum og øðrum kemur upp á land og verður endurnýtt, heldur enn at tað endar í havinum sum fyrr.
Hetta er av sonnum eitt landspolitiskt átak, vit kunnu vera stolt av.
Við Spilloljuverkinum er landið eisini við til at halda havumhvørvið í Arktis reint, nú alsamt fleiri útlendsk skip, ið sigla í økinum, leggja at í Føroyum og koma við spilloljuni til IRF. Til dømis eru russar serliga raskir at koma til lands við allari síni spillolju og ruski.
Í 2016 tók Spilloljuverkið ímóti 4.213 rúmmetrum av spillolju og oljudálkaðum vatni, harav 99% varð endurnýtt. 35% varð endurnýtt sum spillolja, 64% varð reinsað vatn, sum varð leitt út aftur í náttúruna, og einans 1% var óreinska, ið varð brend.
Mynd:
Poul Andrias Joensen, stjóri á IRF, og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í Heilsu- og Innlendismálum.