GÓÐIR BRÚKSLUTIR

• Møblar
• Amboð
• O.s.fr.

Hvar kann tað latast inn?
Privat: Ávísar kommunur hava sett bingjur upp til brúkslutir til endurnýtslu á kommunalu endurnýtslunum, meðan klædnaendurnýtslan í stóran mun fer fram hjá ymiskum hjálparfelagsskapum kring landið.
Vinna og kommunur: Til privatar hjálparfelagsskapir.

Fái greiði á, hvør í nærumhvørvinum tekur ímóti góðum lutum til endurnýtslu. Tað er heilt víst onkur, sum kann fáa gleði av tí, sum tú vilt av við. Við at endurnýta, ert tú við til at ganga ta grønu leiðina, har vit í størri mun leingja um lívsringrásina á tilfeingi okkara, heldur enn at brenna tað.