Koyrigjaldið hjá IRF hækkar

Koyrigjaldið hjá IRF hækkar pr. 15. januar 2024 til 35 kr/m3.

Koyrigjaldið hækkar sostatt við 10 kr/m3 – úr 25 kr/m til 35 kr/m.

Koyrigjaldið verður lagt afturat kostnaðinum fyri burturbeining, tá ið talan er um brenniburturkast, pappír/papp, plast, mat- og frituruolju, jarn/metal, dekk og tyrviburturkast.

Koyrigjaldið er galdandi fyri burturkast, sum bilarnir hjá IRF koyra, frá virkjum og bingju- og endurvinningarplássum.