Hví varð IRF sett á stovn?

IRF varð sett á stovn fyri meir enn 40 árum síðani, hin 19. mars 1979. Tá var tað vanligt, at øll blakaðu alt burturkast út í náttúruna. Man koyrdi burturkastið ”á Bukkvald” ella ”á Vestfallið”, sum tað oftani varð tikið til, og tað merkti at blaka tað í eina rúgvu úti við havið og seta eld á tað.
Ein partur av burturkastinum varð brent á opnum plássum uttan roykreinsing og gav tí dálkandi royk frá sær, meðan ein stórur partur endaði í havinum. Hóast burturkastið varð burtur úr fólksins eygum, so má metast, at ein stórur partur av burturkastinum er har enn – onkustaðni á havsins botni.