Hvat ger IRF fyri at minka um dálking í Føroyum?

Hjá IRF taka vit okkum av øllum burturkasti í Føroyum (undantikið í Tórshavnar Kommunu). Vit  innsavna burturkast frá øllum stovnum, fyritøkum og  húsarhaldum. Síðan verður burturkastið víðari handfarið hjá okkum, har tað antin verður endurvunnið, brent ella tyrvt í mold á umhvørvisgóðkendum økjum. Soleiðis er IRF við til at minka um dálking í Føroyum og at halda tilfeingið í burturkasti í ringrás.
Tá IRF í dag brennur burturkastið, verður roykurin reinsaður, so hann ikki dálkar umhvørvið. Harumframt verður partur av hitanum frá Brennistøðini nýttur til fjarhita.

Umframt at innsavna og burturbeina burturkast, arbeiðir IRF eisini við at kunna føroyingar um týdningin av at lata burturkast til endurnýtslu og endurvinning, og um hvussu burturkast eigur at vera skilt. Vit arbeiða støðugt við at fáa meira og meira burturkast inn til endurvinning, heldur enn at brenna og tyrva tað. Tað er óneyðugt at brenna virðismikið tilfeingi, sum kundi verið nýtt aftur í einum nýggjum høpi.
Sostatt kann sigast, at virksemið hjá IRF (innsavning, burturbeining, kunning) er við til minka um dálking í Føroyum.