Hvat ger IRF fyri at minka um dálking í Føroyum?

Hjá IRF taka vit okkum av øllum burturkasti í Føroyum (undantikið í Tórshavnar Kommunu). Vit taka okkum av at innsavna burturkast frá øllum stovnum, fyritøkum og privatum húsarhaldum. Síðan verður burturkastið víðari handfarið hjá okkum, har tað antin verður brent, tyrvt í mold á umhvørvisgóðkendum økjum ella sent til endurnýtslu. Alt tað burturkastið, sum kemur inn til okkara, verður burturbeint á umhvørvisligan rættan hátt og er sostatt við til at minka um dálking í Føroyum.
Tá IRF í dag brennur burturkastið, verður roykurin væl reinsaður, so hann ikki dálkar umhvørvið. Harumframt verður burturkastið við brenningini gjørt um til fjarhita. Fjarhitin er við til at minka um dálkingina í Føroyum, tí tá orkan frá brenning av burturkasti verður nýtt til fjarhitan, viðførir tað helvtina minni CO2 útláti samanborið við, um brent var við olju fyri at fáa hesa orkuna.

Sostatt minkar IRF um dálking í Føroyum við at:
– Burturbeina burturkastið við at brenna tað, so tað ikki endar í náttúruni
– Reinsa roykin frá brenningini, soleiðis at hann ikki dálkar umhvørvið
– Endurnýta hitan frá brenningini til fjarhita

Í 2019 komu 42.000 tons av burturkasti inn til IRF. Av hesum vórðu 30% endurnýtt. Á leið 70% vórðu brend, og hitin frá Brennistøðini verður endurnýttur sum fjarhiti (grøn orka).
Umframt at innsavna og burturbeina burturkast, arbeiðir IRF við at kunna føroyingar um týdningin av at lata burturkast til endurnýtslu, og um hvussu burturkast eigur at vera skilt. Vit arbeiða støðugt við at fáa meira og meira burturkast inn til endurnýtslu, heldur enn at brenna tað. Tað er óneyðugt at brenna virðismikið tilfeingi, sum kundi verið endurnýtt í einum nýggjum høpi.
Sostatt kann sigast, at virksemið hjá IRF (innsavning, burturbeining, kunning) er við til minka um dálking í Føroyum.