Hvussu kunnu øll í Føroyum vera við til at minka um dálking?

Vegurin fram er, at føroyingar læra at skilja meira burturkast til endurvinning, eins og at fyritøkur skulu hugsa um at sniðgeva og framleiða tilfar á ein slíkan hátt, at tað lætt letur seg endurvinna. T.d. er nógv verri at endurvinna lutir úr komposittilfari (fleiri tilfar saman) so sum mjólkapakkar, ið eru úr pappi við plasti á enn at endurvinna eina pappeskju, ið bara er úr pappi. Tað er nógv tilfar, sum ikki ber til at endurvinna, orsakað av, hvussu tað er framleitt.
Umframt hetta kann sigast, at tað er neyðugt við politiskum átøkum. Í grannalondum okkara verður til dømis arbeitt við at banna søluna av einnýttisíløtum við tí fyri eyga at minka um umhvørvisdálking og at minka um nýtsluna av plasti. Eisini verður pant sett á ymsar vørur, soleiðis at brúkarin og framleiðarin gjalda fyri at tilfarið verður endurvunnið.

Eitt gott ráð fyri at minka um dálking er:

1) Brúka minni (Fyribyrging/Reduce)
2) Góðir lutir, sum tú ikki hevur tørv á longur, kunnu latast til vælgerandi endamál (Endurnýtsla/Reuse)
3) Lat burturkast til endurvinning (Endurvinning/Recycle)

Harafturat er tað neyðugt, at vit øll fara væl um og í felag ansa eftir vøkru náttúru okkara. Í felag kunnu vit gera Føroyar grønar.

Hvussu minka vit um dálking í havumhvørvinum?

Eitt tað besta tiltakið at minka um dálkingina í havumhvørvinum við Føroyar er Oljureinsiverkið, sum IRF rekur. Hetta er eitt landspolitiskt átak við tí endamáli at forða fyri, at olja frá skipum verður slept á sjógv eins og fyrr.

Við Oljureinsiverki okkara er møguligt at innsavna, reinsa og endurnýta spilloljuna. Fyrr varð spillolja og oljudálkað vatn blakað á sjógv, men nú kunnu skip, ið sigla runt Føroyar, sleppa av við hetta burturkastið hjá IRF.
Hettá átakið verður fíggjað á tann hátt, at hvørja ferð onkur í Føroyum keypir sær olju, fara nøkur oyru til at fíggja burturbeiningina av spillolju og oljudálkaðum vatni á ein umhvørvisvinarligan hátt. Reinsaða oljan verður brend í Føroyum og reinsaða vatnið verður latið á sjógv.