Hvussu kunnu øll í Føroyum vera við til at minka um dálking?

Vegurin fram er, at føroyingar læra at skilja meira burturkast til endurnýtslu, eins og at fyritøkur skulu hugsa um at framleiða tilfar á ein slíkan hátt, at tað lættari letur seg endurnýta. Tað er nógv tilfar, sum ikki ber til at endurnýta, orsakað av, hvussu tað er framleitt.
Umframt hetta kann sigast, at tað er neyðugt við politiskum átøkum. Í grannalondum okkara verður til dømis arbeitt við at banna søluna av einnýttisíløtum við tí fyri eyga at minka um umhvørvisdálking og at minka um nýtsluna av plasti.

Eitt gott ráð fyri at minka um dálking er:

1) Brúka minni (Reduce)
2) Góðir lutir, sum tú ikki hevur tørv á longur, kunnu latast til vælgerandi endamál (Reuse)
3) Lat burturkast til endurnýtslu (Recycle)

Harafturat er tað neyðugt, at vit øll fara væl um og í felag ansa eftir vøkru náttúru okkara. Í felag kunnu vit gera Føroyar grønar.

Hvussu minka vit um dálking í havumhvørvinum?

Eitt tað besta tiltakið at minka um dálkingina í havumhvørvinum við Føroyar er Spilloljuverkið, sum IRF rekur. Hetta er eitt landspolitiskt átak við tí endamáli at forða fyri, at olja frá skipum verður slept á sjógv eins og fyrr. Við Spilloljuverki okkara er møguligt at innsavna, reinsa og endurnýta hesa spilloljuna. Fyrr varð spillolja og oljudálkað vatn blakað á sjógv, men nú kunnu skip, ið sigla runt Føroyar, frítt sleppa av við hetta burturkastið hjá IRF.
Hettá átakið verður fíggjað á tann hátt, at hvørja ferð onkur í Føroyum keypir sær olju, tá fara nøkur oyru til at fíggja burturbeiningina av spillolju og oljudálkaðum vatni á ein umhvørvisvinarligan hátt.
Í 2017 tók IRF ímóti 4983 m3 av spillolju og oljudálkaðum vatni, harav 99% varð endurnýtt.
Spilloljan verður reinsað og seld til endurnýtslu, meðan oljudálkaða vatnið verður einsað og leitt út aftur á sjógv.