Filmskapping um at endurnýta meira pappír

Umhvørvisstovan hevur tikið stig til og samskipar hesa spennandi filmskapping, sum IRF stuðlar og er partur av.

Umhvørvisstovan skrivar soleiðis um átakið á heimasíðu teirra:

Vit skipa fyri filmskapping! Vinnandi filmurin eggjar okkum, ungum sum gomlum, við ítøkiligum hugskotum, til at endurnýta meira pappír og papp.

Filmurin verður sendur í “Gevið gætur”-sendingum í KvF.

Vinningur er 25.000 kr. og øll kunnu luttaka.

Les nærri um kappingina og hvørji krøv vit seta til filmin her.

Kunnandi fundur um kappingina verður í Posthúskjallaranum mikudagin 27. juni 2018, kl. 19.

Filmskappingin verður fíggjað av Smásamfelagsbólkinum undir Norðurlendska ráðharraráðnum, IRF og Tórshavnar kommunu.

Umhvørvisstovan hevur tikið stig til og fyriskipar kappingina. Klippfisk hevur veitt ráðgeving.