IRF fingið nýggjan skorstein

Í sambandi við stóru umvælingarnar og uppstiganina av Brennistøðini hjá IRF í Leirvík, er 29 ára gamli skorsteinurin skiftur út. Nýggi skorsteinurin er 33 metur høgur og málaður í myrkagrøna litinum í búmerkinum hjá IRF.

Tað var í góðveðrinum í mikudagin, at nýggi skorsteinurin varð reistur.