IRF sendir jarn til endurnýtslu

Í hesi vikuni hevur IRF avskipað jarn frá jarnplássinum á Gjánoyri.

Talan er um næstan 1000 tons, sum eru seld til Stena í Grenaa. Jarnið verður alt endurnýtt.

Tað er íslendski bátin, Haukur, ið siglir farmin til Danmarkar.