Magnus starvast meira enn 20 ár hjá IRF

Í heyst fekk Magnus Vatnhamar Olsen handað blómutyssi fyri at hava starvast hjá IRF í meira enn 20 ár. Magnus ger eitt megnar arbeiði í endurvinningarhøllini hvønn dag, har hann skilir plast, papp og pappír, og annars heldur høllina ruddiliga og reina.

37 ára gamli leirvíkingurin er við sínum lætta lyndi ein fongur fyri IRF, og bæði leiðsla og starvsfólk fegnast um at hava hann sum starvsfelaga.

Yrkisleiðin hjá Magnusi er eitt frálíkt dømi um, hvussu eitt tillagað starv kann skipast sum eitt samstarv millum tey avvarðandi, arbeiðsplássið og Almannaverkið. Eitt samstarv, sum foreldur Magnusar av fyrstan tíð tóku stig til, og eitt samstarv sum hevur riggað í meira enn 20 ár.

Byrjaði við starvslæru hjá IRF

Tá Magnus var liðugur við 7. flokk í Leirvíkar skúla, og floksfelagar hansara fóru til Fuglafjarðar at ganga í framhaldsdeild, var tíðin komin til at finna eina aðra loysn til Magnus.

Mamman, Eyðvør Vatnhamar, setti seg í samband við IRF fyri at hoyra, um tað var møguligt hjá Magnusi at koma í starvslæru úti á Hagaleiti. Hugskotið varð væl móttikið av bæði leiðsluni hjá IRF og av stuðlunum, sum Magnus hevði í skúlanum.

Starvslæran varð soleiðis skipað, at ístaðin fyri at fara í skúla, fór Magnus út í endurvinningarhøllina, og stuðlarnir hjá honum skiftust til at koyra hann og vera til arbeiðis saman við honum. Trúgvu stuðlarnir hjá Magnusi hesi árini vóru Lena Jacobsen, Símun Berg og Dánjal Eysturstein.

Saman við IRF-starvsfólkunum, lærdu stuðlarnir Magnus um burturkast og skiljing, og tað vísti seg skjótt, at hetta arbeiðið hóskaði sera væl til Magnus.

Starvslæran bleiv til eitt fast starv

Magnus var í starvslæru í 8. og 9. flokki, og hetta hilnaðist so mikið væl, at Magnus fekk bjóðað fast starv hjá IRF eftir hetta. 

“Tað hevur passað so ótrúliga væl hjá Magnusi, tí hann hevur havt nógv fólk rundan um seg, sum vóru rúmlig og vístu vælvild” greiðir Eyðvør frá. “Arbeiðið hjá Magnusi hevði ikki verið til, um ikki arbeiðspláss, starvsfelagar, skúli og stuðlar ikki vóru so lagalig og umsorganarfull.” 

Eyðvør leggur tó eisini afturat, at fyri at fáa tílík samstørv í lag, mugu tey avvarandi duga at síggja møguleikar og loysnir. Tað er eisini týdningarmikið, at tey avvarðandi eru nøgd við tað, sum letur seg gera, og at man viðurkennir, at t.d. arbeiðsmøguleikar og løn avspeglast av, at talan er um eitt tillagað starv.

Fleiri áttu at umhugsað tillagaði størv

Um tú spyrt Eyðvør, so er eingin ivi. Hon er sannførd um, at fleiri arbeiðspláss í Føroyum áttu at umhugsað at bjóða okkurt slag av tillagaðum starvi, tí bæði tann, sum fær starvið, og arbeiðsplássið sjálvt fáa nógv burturúr slíkum samstørvum. Sjálv er hon stjóri í Bovlinghøllini í Leirvík, og eisini har hava tey seinastu 11 árini havt eitt starvsfólk í tillagaðum starvi. Nógv teirra, ið hava tørv á slíkum størvum, hava nógvar góðar eginleikar og kunnu røkja alskyns praktiskar og handaligar uppgávur til fulnar.

Stór persónlig menning

Tá ið Magnus byrjaði á Hagaleiti, var hann ein smæðin og sera friðarligur drongur, men persónliga menningin av honum hevur sambært mammuni verið ómetaliga stór. Hann er nú ábyrgdarfullur og meira sjálvbjargin. Eyðvør koyrir hann til arbeiðis hvønn morgun, og síðani er tað ein av starvsfeløgunum, ið koyrir hann til hús aftur.

Arbeiðið úti hjá IRF hevur alstóran týdning fyri Magnus, tí tað gevur honum ein innihaldsríkan og meiningsfullan gerandisdag. Hann fer glaður upp til arbeiðis hvønn morgun, hann hevur nógv vinfólk á arbeiðsplássinum, og hann hevur altíð nógv at greiða frá, tá hann kemur til hús.

“Eg havi tað ordiliga gott hjá IRF. Mær dámar væl allar arbeiðsuppgávurnar, men tað besta er at vera á gólvinum og taka mær av plastposunum og teimum hvítu posunum” greiðir Magnus frá.

Ein raskur og trúgvur starvsfelagi

Magnus og Poul Samuelsen hava arbeitt saman øll árini, síðan Magnus byrjaði hjá IRF. Magnus røkir sítt arbeiði til fulnar í endurvinningarhøllini, og um tað manglar ein starvsfelagi, er hann altíð klárur at traðka til og hjálpa.

Seinastu árini hevur Magnus havt høvuðsábyrgdina av øllum tí bleyta, klára plastinum, sum kemur inn til IRF. Hann gongur sera høgt upp í, at plastið skal vera væl skilt og reint, tí tá letur tað seg best endurvinna, og tá loysir tað seg eisini best fíggjarliga fyri IRF at senda tað av landinum. Plast-uppgávuna tekur Magnus í størsta álvara, og Poul hevur tí til stuttleika útnevnt Magnus til at vera plast-ministarin hjá IRF.    

Umframt at vera arbeiðssamur, hevur tað eisini víst seg, at Magnus hevur eyga fyri at fanga ymiskt, sum eyðkennir starvsfelagar hansara, og hann dugir ómetaliga væl at herma eftir fólki. Hann ger tað altíð við einum serligum brosi í eyganum, og tað er mangan látur, tá ið Magnus hevur eina nýggja eygleiðing at vísa fram.

Umframt at Magnus hvønn dag ger eitt stórt arbeiði í endurvinningarhøllini hjá IRF, gevur hann eisini starvsfeløgum sínum nógv annað. “Tað kann ikki lýsast við orðum, hvussu nógv Magnus hevur ríkað lívið hjá okkum í høllini” greiðir Poul frá og heldur fram: “Eg dugi ikki at síggja mín arbeiðsdag uttan Magnus. Tað er altíð hugaligt at koma til arbeiðis, tí Magnus er so fittur, jaligur og trúgvur sum fáur”.

Poul Samuelsen og Magnus Vatnhamar Olsen hava starvast saman øll árni hjá IRF