Trøllavík stongt vegna asfaltering

Vegna asfaltering verður støðin hjá IRF í Trøllavík stongd fyri allari ferðslu týsdagin 3. juli, mikudagin 4. juli og hósdagin 5. juli.

Smærri fyrireikingar til asfalteringsarbeiðið byrja longu í dag, og kann øll ferðsla til støðina rokna við at verða smávegis tarnað av hesum.

Húsarhaldsposarnir í Suðuroynni verða tó heintaðir sum vanligt í komandi viku, og eisini verða bingjurnar á endurnýtsluplássunum tømdar sum vanligt.

Nærri kunning fæst við at venda sær til deildarleiðaran í Suðuroynni, Torfinnur Mortensen, ella til IRF.