Asbest kann viðføra krabbamein – verið sera varin við burturbeining

Handverkarar og onnur, ið viðhvørt arbeiða við asbest, eiga at ansa sera væl eftir, tá ið asbest skal burturbeinast. Asbest kann viðføra ólekjandi krabbamein, um ein fæst við asbest í bara tvær til fýra vikur.

Í eini grein hjá Rolf Petersen, yvirlækna á sjúkrahúsinum í Slagelse í “Ugeskrift for læger”, frá 2015, verður greitt frá, at um ein hevur nógv samband við asbest í bara tvær til fýra vikur, so kann hetta viðføra ólekjandi krabbamein í lungunum.
Sagt verður eisini, at umleið 400 fólk verða rakt hvørt ár í Danmark av krabbameini, har asbest kann hava verið orsøk. Í 100 av hesum førum er talan um krabbamein í lungunum.
Lesið meira í grein her.

Asbest skal tyrvast
Asbest verður tyrvt. Tá ið tað verður latið til IRF, skal tað latast inn fyri seg og ikki blandast saman við annað burturkast.
Heilar asbestplátur skulu av trygdarávum liggja væl á platti, pakkaðar inn, so heilsuskaðiligt dust ikki stendur frá. Avskurðir skulu vera í posa, so dust ikki stendur frá.
Tað er dustið frá brotnaðu plátunum, ið elvir til lungnakrabba. Anda tað ikki í teg. Talan kann vera um takplátur, veggplátur og bjálvað rør.
Asbest verður tyrvt á umhvørvisgóðkendum tyrvingarplássi hjá IRF.

Tyrviburturkast
Alt tyrviburturkast skal latast inn í trimum til IRF:
– Gips
– Asbest
– Blandað tyrviburturkast (keramik, glas, pvc, bjálving, trýstviðgjørdur viður, øska, byggitilfar v.m.)

Lesið meira á síðuni hjá IRF, hvussu alt skal burturbeinast. Sí her.